Kappingarráðið
Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna av P/f Faroe Real Estate15.02.2011
Kappingarráðið skal hervið boða frá, at ráðið hevur góðkent, at Næraberg Holding A/S, ið er dótturfelag at Parlevliet en van der Plas Faeröer B.V., hevur keypt P/f Faroe Real Estate Ltd., sum er dótturfelag at Eik Banka Føroya.

Høvuðsvirksemi hjá P/f Faroe Real Estate Ltd. er at leiga út virkisbygning og framleiðsluútbúnað á havnarlagnum í Kollafirði. Sp/f P.P. Faroe Pelagic, ið er dótturfelag at Parlevliet en van der Plas Faeröer B.V., hevur virkað pelagiskan fisk í bygninginum hjá P/f Faroe Real Estate Ltd. seinasta árið. Við ætlaðu samanleggingini gerst Parlevliet en van der Plas Faeröer B.V. sostatt eigari í staðin fyri leigari av bygningi og framleiðsluútbúnaði.
 
Kappingareftirlitið metir ikki, at yvirtøka hjá Næraberg Holding A/S av P/f Faroe Real Estate Ltd. fer at hava við sær, at virkin kapping á viðkomandi marknaði verður hindrað, við tað at ein marknaðarráðandi støða verður skapað ella styrkt, sbrt. §15, stk. 1 í kappingarlógini.

Kappingareftirlitið hevur grundað sína støðutakan á, at eingin miðsavnan fer fram millum veitarar ella avtakarar. Fyritøkurnar hava sítt virksemi á ymiskum, men atknýttum marknaðum. Møguleikin at misnýta eina marknaðarráðandi støðu er vanliga til staðar, tá miðsavnan fer fram antin á veitara ella avtakarasíðuni. Tað, at ein veitari og ein avtakari nú enda í sama samtaki, er í sær sjálvum ikki ein kappingarligur trupulleiki.

Kappingarráðið avgjørdi á ráðsfundi tann 16. desember at góðkenna yvirtøkuna hjá Næraberg AS av P/f Faroe Real Estate Ltd., av tí at virkin kapping á viðkomandi marknaði ikki verður hindrað, við tað at ein marknaðarráðandi støða verður skapað ella styrkt, sbrt. §15, stk. 1 í kappingarlógini.

Sí avgerðarskrivið her.

Kappingareftirlitið
Kappingareftirlitið hevur gjørt tilsøgn frá Landssjúkrahúsinum bindandi - 17. mai 2013
Yvirtøkan av Dagrofa A/s góðkend - 14.05.2013
Fráboðan um yvirtøku - 24. apríl 2013
Prískanning - 20. mars 2013
Nýggj norðurlendsk frágreiðing - 5. mars 2013
Yvirtøka hjá O.W. Bunker & Trading A/S av Bergen Bubker AS er góðkend - 21.11.2012
Yvirtøkan hjá P/f Poul Hansen av tveimum Á-handlum í Tórshavn er góðkend - 16.11.2012
Yvirtøkan hjá Sp/f Hjallur av P/f Faroe Farming er góðkend - 16.11.2012
Fráboðan um yvirtøku - 1. november 2012
Fráboðan um yvirtøku - 22. oktober 2012
Fráboðan um yvirtøku - 12.okt. 2012
Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna hjá P/f Palla hjá Marionnu - 29.05.2012
Ráðstevna um fjarskiftismarknaðin - 2. februar 2012
Kappingareftirlitið mælir til at stovnur undir Almannaráðnum bjóðar út innkeyp av fjarskiftistænastum og vørum - 20. januar 2012
2. november: Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna hjá P/f Bygma Balslev av avísum ognum hjá P/f Fjarðahús - 2. november 2011
Ársrit 2010 - Kapping á smáum marknaðum
24. august: Kappingarráðið góðkent at BankNordik keypir 50% av partapeninginum í P/f Føroya Lívstrygging
Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna av P/f Havsbrún undir ávísum treytum - 30. juni 2011
23. mai : Kappingareftirlitið fingið limaskap í International Competition Network - 23.05.2011
15. apríl : Kappingarráðið góðkent at P/f Næraberg keypir P/f Meðalsbrekku - 15/04/2011
4. apríl 2011: Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna hjá Faroe Link Maritime av ávísum ognum hjá Faroe Seafood - 1. apríl 2011
1. apríl 2011: Semja millum FT Net og Kappingarráðið um prísir og treytir fyri VPN sambond - 01-04-2011
30. mars 2011: Yvirtøkan hjá Klaksvíkar Trolarafelag av M/s Stjørnuni v.m. er góðkend - 30. mars 2011
29. mars 2011: Kappingarráðið hevur gjørt tilsøgn frá Føroya Tele bindandi - 29. mars. 2011
4. mars 2011: Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna hjá TF Holding av 70% av partabrøvunum í Eik Banka Føroya P/f - 4. mars 2011
Kappingarráðið hevur góðkent, við treytum, yvirtøkuna hjá Sp/f Hald av Sp/f Johannes Andreassen - 18. februar 2011
Fráboðað yvirtøka av Eik Banka Føroya P/f - 4. februar 2011
Kappingarráðið letur Fiskimálaráðnum staðiliga átalu fyri framferðina í málinum um Trygdarmiðstøðina
Negativ-váttan latin Heilsumálaráðnum - 18. November 2010
Norðurlendsku kappingarmyndugleikarnir latið frágreiðing um burðardyggan vøkstur av hondum - 10.11.2010
Kappingarráðið hevur sent Fiskimálaráðnum skriv um vikuliga sekt - 21. oktober 2010
Kappingarráðið hevur frítikið avtalu um aftursókn fyri forboðnum í § 6 í kappingarlógini - 12. oktober 2010
Negativ váttan til avtalu millum Posta og Prentmiðstøðina - 12. oktober 2010
Almenn framløga av kanning um prísstøði í Føroyum - 28. juni 2010
Kappingareftirlitið hevur tann 31. mai góðkent, at P/f Bygma yvirtekur Sp/f Hiti - 01. juni 2010
Kappingarráðið hevur tann 20. apríl góðkent, at P/f Poul Michelsen yvirtekur P/f Skimma - 27.04.2010
Kappingarráðið hevur avgjørt at steðga søluni av frystitunnlunum í Fuglafirði - 24. mars 2010
Rætting - 23.03.2010
Samanleggingin av Nema og Dimmalætting góðkend av Kappingarráðnum - 19. mars 2010
Kappingarráðið hevur góðkent stovnanina av SalmPro - 9. mars 2010
Trygdarmiðstøðin skal tillaga prísin á trygdarskeiðnum. - 18.12.2009
Samanleggingin av Vestlax Holding og Bakkafrost Holding er góðkend - 28. oktober 2009
Ætlaða sølan av tunnlum í Fuglafirði er møguliga í stríð við Kappingarlógina - 8. oktober 2009
Vinnukærunevndin hevur avvíst kæru um avgerð hjá Kappingarráðnum - 24. august 2009
Samanlegging av P/f Vestlax Holding og P/f Bakkafrost Holding - 21.08.2009
Feløgini Vestlax og Bakkafrost skulu bíða við at fremja samanleggingina - 16. juli 2009
Viðvíkjandi príshækkan á heilivági - 28. mai 2009
Kappingarráðið álagt Trygdarmiðstøðini at laga prísirnar á trygdarskeiðum til kostprísirnar
Ígildissetan av kursverju hjá tryggingarfelagnum LÍV - 01.04.2009
Víðkað samstarv millum Tryggingarfelagið Føroyar og Betri Pensjón - 20. mars 2009
Avtalan millum Trygd og TF fingið treytaða góðkenning - 22. desember 2008
P/f Von yvirtekur P/f Føroya Trol - 22. desember 2008
Avtalan millum Postverk Føroyar og Suðuroyar Sparikassa frítikin - 22. desember 2008
Kappingarráðið góðkent samanlegging - 23.07.2008
Einfaldari mannagongdir í samanleggingarmálum - 15. juli 2008
Fráboðan um samanlegging - 23. mai 2008
Nýtt Kappingarráð - 14.05.2008
Ráðstevna um Kappingarlógina
Nýggjar kunngerðir - 17. mars 2008
Nýggj heimasíða
Nýggj kappingarlóg
Kunnandi fundur um kappingarlóg
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir - Innrita