Tann 1. januar 2008 kom nýggja kappingarlógin í gildi.
Føroyar vóru tað seinasta av Norðanlondunum ið fekk eina kappingarlóg - hetta var í 1997. Tann kappingarlógin var í stóran mun ein avskriving av donsku lógini frá 1990. Um somu tíð fekk Danmark eina nýggja kappingarlóg - eina sokallaða forboðslóggávu. Fleiri av Norðanlondunum høvdu longu fingið sína forboðslóggávu í byrjanini av nítiárunum. Eg haldi at man kann siga, at tann eftirlitslógin sum vit fingu í Føroyum kom, tí mett varð, at tað var eitt ov stórt lop at fara frá eini príseftirlitsskipan beinleiðis til eina forboðs-kappingarlóg. Men longu í 1997 vóru ynskir frammi um eina herda kappingarlóggávu. Tí var ásett í uppruna kappingarlógini, at lógin skuldi endurskoðast innan eitt ár. Hetta eina árið er sum kunnugt vorið til níggju ár.
Kappingarlógirnar í grannalondunum eru javnan broyttar, og eru munandi ørðvísi í dag enn tá ið fyrstu kappingarlógirnar vóru settar í verk. Føroyska kappingarlógin tekur fyrilit fyri teimum broytingum sum gjørdar eru í kappingarlógunum í grannalondunum. Sostatt er føroyska kappingarlógin stórt sæð at meta sum ein nýmótans kappingarlóg.
Víð ásetingunum í lógaruppskotinum verður heimild givin til samstarv við aðrar kappingarmynduleikar. So hóast at Føroyar ikki er limir í ES/EBS samstarvinum, gerast møguleikar fyri, at eisini kappingarviðurskiftini millum londini kunnu viðgerðast - hetta treyta av, at Føroyar gerst partur av Norðurlendsku konventiónini um samstarv millum kappingarmynduleikar.