29.01.2024

Fráboðan um yvirtøku - P/F 01.12.2015 yvirtekur Sp/f Sunda

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at P/f 01.12.2015, sum P/f Poul Hansen og Sp/f KSJ eiga, yvirtekur Sp/f Sunda.

P/F Poul Hansen og Sp/f PE Holding eiga Sp/f Sunda, sum rekur handil við gerandisvørum við Norðskála.

P/f 01.12.2015 rekur frammanundan 7 handlar, sum selja gerandisvørur í Fuglafirði, Vestmanna, Glyvrum, Toftum, Vági og Tórshavn.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 12. februar 2024.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo