§6 Kappingaravlagandi avtalur v.m.

  • Frá Kappingarráðsfundi tann 29. apríl 2026

    Kappingarráðið hevur á fundi tann 29. apríl 2026 tikið avgerð um at gera tilsøgn frá vinnugreinafelagnum, Samskifti, bindandi, sbrt. §6, stk. 4, 2. pkt. í kappingarlogini, sbr. §27, stk. 1-3 í kappingarlógini.

    Heimildin í §6, stk. 4, 2 pkt. loyvir Kappingarráðnum at gera eina tilsøgn frá fyritøkum bindandi og niðurleggja málið, uttan at nøkur niðurstøða er gjørd um møguligt brot á §6 í kappingarlógini. Heimildin er ætlað at brúka har fyritøkur koma við tilsøgn sum gongur teimum ivamálum á møti sum kappingarmyndugleikin hevur um møguligt brot á Kappingarlógina. Í ítøkuliga málinum hevur vinnugeinafelagið strikað viðtøkuna og latið gera eina  vegleiðing um regluvarni, sum skal tryggja at vinnugreinafelagið og limir tess yvirhalda reglurnar í kappingarlógini.

    Vinnugreinafelagið, Samskifti, hevði viðtikið eina leiðreglu um at limir felagsins ikki veittu kreativt arbeiðið ella ráðgevingararbeiði í tilboðsarbeiði uttan at hóskandi samsýning var við. 

    Viðtøkur, har feløg semjast um hvussu teirra atburður skal verða mótvegis keyparum eru vanliga í stríð við §6 í kappingarlógini um forboð í móti kappingarligum avtalum. Tað er ein meginregla í kappingarrætti at fyritøkur virka sjálvstøðugt á marknaðinum. 

    Les avgerð her

  • Frá Kappingareftirlitinum tann 26. september 2025

    Kappingareftirlitið hevur kannað um P/f Posta hevur nýtt ránsprís í sambandi við útbjóðinga hjá Tórshavnar kommunu av matarkoyringin. Niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum er, at P/f Posta ikki hevur nýtt ránsprís í stríð við § 11, í kappingarlógini. Kappingareftirlitið hevur tí tikið avgerð um at niðurleggja eftirlitsmálið.

    Les avgerðina her

  • Frá Kappingarráðsfundi tann 26. februar 2024

    Kappingarráðið hevur á fundi tikið avgerð um, at Føroya Handverksmeistarafelag, P/f Articon, Sp/f Búsetur og P/f M T Højgaard hava framt brot á §6, stk. 1 í kappingarlógini.

    Les meira her

  • Frá Kappingarráðsfundi tann 22. november 2023

    Kappingarráðið hevur tann 22. november 2023 tikið avgerð um, at gera tilsøgn latin av P/f FT Samskifti og P/f Nema bindandi, sbrt. §27, stk. 1 í kappingarlógini, í málið um felags farnet.

    Les avgerð her

  • Frá Kappingareftirlitinum tann 7. januar 2014

    Avtala millum P/f Effo og P/f Magn um felags veiting til Statoil AS ikki fevnd av §6 í kappingarlógini.

    Les avgerð her

  • Frá Kappingareftirlitinum tann 18. november 2010

    Negativ-váttan latin Heilsumálráðnum ísmb. viðv. avtalu um Corporate Implant við Atlantsflog
    Les meira her

  • Frá Kappingarráðsfundi tann 7. oktober 2010

    Kappingarráðið hevur tikið avgerð um at frítaka standardavtalu um aftursókn fyri forboðinum í § 6, stk. 1 í kappingarlógini.
    Les meira her

  • Frá Kappingarráðsfundi 7. oktober 2010

    Kappingarráðið hevur tikið avgerð um at avtalan millum Posta og Prentmiðstøðina ikki er fevnd av forboðinum í §6, stk. 1 í kappingarlógini.
    Les meira her

  • Frá Kappingarráðsfundi tann 16. desember 2008

    Samstarvsavtala millum Postverk Føroya og Suðuroya Sparikassa
     
    §8 góðkenning