2020

Digital platforms and the potential changes to competition law at the European level

- The view of the Nordic Comeptition authorities

Norðurlendsku kappingarmyndugleikarnir hava orðað eitt felags upprit til kjakið um kappingarlóggávu og talgildar pallar, ið fer fram í Evropa í løtuni. Kappingarmyndugleikarnir meta, at verandi amboð í kappingarlóggávuni eru hóskandi til at loysa flestu kappingartrupulleikar, sum stinga seg upp í talgilda búskapinum. Tó eru ávísar avbjóðingar í sambandi við talgildar pallar.

Norðurlendsku kappingarmyndugleikarnir mæla til, at kappingarlóggávan skal innihalda fleiri ex-ante amboð.

Frágreiðingin kann lesast her.

2016


Competition in the waste management sector

- preparing for a circular economy

Norðurlendsku kappingareftirlitini hava latið úr hondum frágreiðingina: "Competition in the waste management sector - preparing for a circular economy".

Í frágreiðingini er ein lýsing av endurnýtslu- og burturkast- skipanunum í norðurlondunum. Niðurstøðan í frágreiðingini er at øll norðurlond kunna fremja ávísar broytingar í sínum skipanum og harvið fáa samfelagsligar ágóðar.

Frágreiðingin kann lesast her.

2013

 A Vision for Competition

- Competition Policy towerds 2020

Norðurlendsku londini hava sum felags mál at hava støðugan og burðadyggan búskaparligan vøkstur.

Tað eru tó ávísar avbjóðingar um hetta mál skal røkkast. Í frágreiðingini verður viðgjørt hvønn leiklut kapping, kappingarpolitikkur og teir norðurlendsku kappingarmyndugleikarnir skula hava fyri at tryggja ein framhaldandi burðadyggan og støðugan vøkstur fram til 2020 og handan 2020.

Frágreiðingin kann lesast her

2010

Competition Policy and Green Growth

- Interactions and challenges

Ein fulldyggur umhvørvispolitikkur byggir á skilagóðar umhvørvisregulering sum stiðjar undir vælvirkandi marknaðir og virkna kapping.

Teir norðurlendsku kappingareftirlitini hava latið úr hondum eina frágreiðing um sambandi millum umhvørvis- og kappingarpolitikk. Frágreiðingin er eitt innspark til arbeiði hjá OECD um at leggja til rættis eina ætlan fyri grønan vøkstur. Frágreiðingin er eisini ætlað sum eitt amboð hjá kappingarmyndugleikum, tá ið arbeitt verður á umhvørvisøkinum og ella við viðurskiftum sum hava týdning fyri umhvørvispolitikkin.

Frágreiðingin kann lesast her