2017

Fjarhiti í Tórshavn

- frágreiðing um søluna av fjarhita í Tórshavnar kommunu

Útbyggingin av fjarhitanetinum í Tórshavnar kommunu hevur verið stór seinastu mongu árini. Seinastu tíggju árini er talið av fjarhitabrúkarum vaksið frá fimmhundrað til omanfyri eitttúsund. Hetta hevur skapt eina ávísa ónøgd millum núverandi fjarhitabrúkarar, tí útbyggingin verður fíggjað av nýtslusgjaldi, sum tekur støði í gassoljuprísinum, heldur enn í veruliga kostnaðinum av at reka virksemið. Brúkararnir meta tí, at teirra nýtslugjald fíggjar allar útbyggingar hjá Fjarhitafelagnum.

 

Í frágreiðingini verður staðfest at fjarhiti er dýrari enn aðrar hitaloysnir á marknaðinum. Orsøkin til hetta er prísásetingarmeginreglan, og ikki sjálvur raksturin av felagnum. Í eini samanbering í frágreiðingini verður m.a. staðfest, at P/f Fjarhitafelagið er kappingarført tá tað kemur til kostnaðin av at framleiða ein MWt, ímun til sambærlig donsk fjarhitafeløg. Hinvegin er fjarhitaprísurin hjá P/f Fjarhtafelagnum høgur, tá ið samanborið verður við hesi feløg.

Frágreiðingin kann lesast her

2016

Oljumarknaðurin í Føroyum

- frágreiðing um sølu av brennievnum í Føroyum

Kappingareftirlitið hevur í 2014/15 gjørt eina nýggja kanning um føroyska oljumarknaðin. Kanningin fevnir í stuttum um eina støðumeting av marknaðinum, hví marknaðurin er sum hann er, og um nøkur kappingarfremjandi tiltøk skulu setast í verk.

Niðurstøðan er at vinningurin á diesel og gassolju tykist at vera ov høgur. Meðan sama gongd ikki er at síggja á bensinvinninginum.

Stuttur samandráttur kann lesast her

Frágreiðingin kann lesast her

Hoyringsskriv frá Magn kann lesast her

Kanning frá Poyri kann lesast her

Hoyringsskriv frá Effo kann lesast her

Skjal 1: Upprit frá Annfinn V. Hansen, adv. kann lesast her

Skjal 2: Upprit frá Anders Ryom Villadsen, Phd kann lesast her

Skjal 3: Yvirlit frá Oil Bulletin kann lesast her

2014

Realkreditt í Føroyum

- frágreiðing um umsitingargjaldið fyri realkredittslán

Kappingareftirlitið hevur síðan 2012 kannað føroyska realkredittmarknaðin. Endamálið við kanningini hevur verið, at staðfest hví umsitingargjaldið í Føroyum er so nógv hægri enn í Danmark.

Niðurstøðan var at ongin eyðsæð orsøk var til at umsitingargjaldið í Føroyum var tvær til tríggjar ferðir hægri enn í Danmark. Somuleiðis var mett, at umsitingargjaldið undir virknari kapping vildi ligið millum 0,9 og 1,3%.

Frágreiðingin kann lesast her