08.10.2009

Ætlaða sølan av tunnlum í Fuglafirði er møguliga í stríð við Kappingarlógina

Kappingarráðið hevur viðgjørt ætlaðu søluna av goymslu/frysti tunnlunum hjá Fuglafjarðar Kommunu. Ráðið metir, at sølan er at meta sum stuðul smb. ásetingunum í kappingarlógini. Kappingarráðið hevur tí smb. lógini sent Innlendismálaráðnum áheitan um at taka støðu til hvørt stuðulin er lógligur smb. almennari regulering.

Avgerðin kann lesast her

8. oktober 2009
Kappingareftirlitið