Ambienta Sgr S.p.A. og dótturfelagið BidCo 104 AS yvirtaka P/F GroAqua Group
Ambienta ætlar at fáa einsamalt ræði á GroAqua Group við keypi av partabrøvum.
Ambienta er eitt ognarfyrisitingarfelag, ið skrásett í Milano í Italia. Gro Aqua Group P/f
er eitt føroyskt felag, sum mennir, framleiðir og selur tøkniútgerð og skipanir til
alivinnuna, serliga laksaling.
Sølan viðvíkur í høvuðsheitum marknaðir í Føroyum. Keyparin er eitt norskt felag - BidCo 104
AS - ið Ambienta eigur.
Yvirtøkan av GroAqua Group er ein av fýra yvirtøkum sum Ambienta er í gongd við. Hini trý feløgini eru FLS, Smir, og Bio Marine sum øll eru virkin innan norsku alivinnuna.
Sølan førir til, at Ambienta fær einsamalt ræði á GroAqua Group.
Talan er um eina yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, er talan um eina yvirtøku sum kemur undir fráboðanarskylduna í § 16, stk. 1 í kappingarlógini.
Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 15. oktober, kl. 12.
Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis teldupost á kapping@kapping.fo