17.10.2014

Avgerð frá Vinnukærunevndini viðv. trúnaðarupplýsingum eftir §19, stk. 4

Vinnukærunevndin hevur tann 14. oktober 2014 tikið endaliga avgerð um, at avgerðin hjá nevndini frá 28. august 2014 verður ikki tikin upp til nýggja viðgerð.
 
Málið byrjar við at Kappingareftirlitið skal almannakunngera frágreiðingina “Realkreditt í Føroyum – frágreiðing um umsitingargjaldið fyri realkredittslán”. Í hesum sambandi bað Kappingareftirlitið BankNordik og Eik Banki taka støðu til hvørt tað vóru trúnaðarupplýsingar í frágreiðingini, sum koma undir §19, stk. 4 í kappingarlógini. Talan er um upplýsingar sum eru at meta sum handilsloyndir.

Eftir at hava fingið svar frá báðum bankum hesum viðvíkjandi, tekur Kappingareftirlitið avgerð um, at allar upplýsingar í frágreiðingini kunna almannakunngerast. Henda avgerð bleiv kærd av Eik Banka til Vinnukærunevndina í kappingarmálum.

Tann 27. august 2014 tók Vinnukærunevndin avgerð um, at vísa málið aftur til nýggja viðgerð, tí Kappingarráðið, og ikki Kappingareftirlitið skuldu taka hesa avgerð. Av avgerðini framgongur, at Vinnukærunevndin hevur viðgjørt møguligar gegnistrupulleikar hjá tveimum av trimum limum í nevndini. Nevndin kom fram til at ongin limur var ógegnigur.

Kappingareftirlitið sendi tann 8. September 2014 eina umbøn til Vinnukærunevndina um, at taka málið upp til nýggja viðgerð, tí ivamál var um gegni hjá forkvinnuni, og at avgerðin hjá Vinnukærunevndini viðvíkjandi §19, stk. 4 var skeiv.

Kappingarráðið sendi tann 26. September 2014 eina umbøn til Vinnukærunevndina um, at taka málið upp til nýggja viðgerð. Ráðið segði millum annað at Kappingarráðið fór ikki, at broyta galdandi arbeiðsskipan, og harvið taka avgerð um trúnaðarupplýsingar smb. §19, stk. 4 í kappingarlógini, tí avleiðingin av hesum vildi verðið, at virksemið hjá kappingarmydugleikanum frameftir fór at verða óneyðuga darvað, umsitingarliga kostnaðarmikið og ikki samsvarandi siðvenju, og tí arbeiðsbýti sum er ásett í §20, stk. 1,2 og 3 og tilhoyrandi kunngerðum smb. §20, stk. 4 í kappingarlógini.

Tann 14. oktober 2014 kom svar frá Vinnukærunevndini, har niðurstøðan hjá nevndini var, at málið verður ikki tikið upp aftur til nýggja viðgerð.

Kappingarmyndugleikin fer í næstum at taka støðu til hvat víðari skal fara fram í málinum, men fyribils kann sigast, at tað er ivasamt um nøkur onnur útgáva enn fyribils útgávan av frágreiðingini um realkreditt í Føroyum, sum var almannakunngjørd tann 27. juni 2014, verður tøk í 2014.

Kappingareftirlitið skal sambært §19, stk. 2, nr. 5 almannakunngera avgerðir hjá Vinnukærunevndini í kappingarmálum. Niðanfyri eru leinkjur til upprunaligu avgerðina tann 28. august 2014, umbøn frá Kappingareftirlitinum tann 8. september 2014, umbøn frá Kappingarráðnum tann 26. september 2014, og avgerð hjá Vinnukærunevndini tann 14. oktober 2014.

Upprunaliga avgerðin hjá Vinnukærunevndini tann 28. aug. 2014

Umbøn frá Kappingareftirlitinum tann 8 sep. 2014

Umbøn frá Kappingarráðnum tann 26. sep. 2014

Avgerð hjá Vinnukærunevndini tann 14 okt. 2014


Kappingareftirlitið