Danmark Nationalbank
26.09.2025

Danski tjóðbankin greiðir frá hví matvøruprísirnir eru høgir

Danski tjóðbankin hevur gjørt eina greining av prísvøkstrinum í Danmark seinastu 5 árini, fyri at fáa svar uppá, hvørjar orsøkirnar eru. Prísirnir á matvørum í Danmark eru hækkaðir 32% í hesum tíðarskeiðið, sum er tvífalt samlaða prísvøkstrinum. Sambært tjóðbankanum eru altjóða viðurskiftir høvuðsorsøkin til príshækkingarnar.

Hesar niðurstøður liggja nær teimum, sum Kappingareftirlitið gjørdi, tá ið Kappingar-eftirlitið gav eina grein út í februar í ár, har eisini var víst á, at prísvøksturin á matvørum seinastu 5 árini skal finnast uttan fyri Føroyar. 

Les meira her