08.04.2026

Føroya Kærustovnur nokta kærurætt til kærara í einum máli um misnýtslu av ráðandi marknaðarstøðu.

Føroya Kærustovnur hevur tikið avgerð um, at fyritøka Sp/f Petra ikki hevði kærurætt, tá Kappingareftirlitið tók avgerð um at loka málið, viðvíkjandi um P/f Posta hevði misnýt sína marknaðarráðandi støðu, í sambandi við útboðið hjá Tórshavnar kommunu av matarkoyring til heimabúgvandi pensjónistar. 

Føroya Kærustovnur hevur í síni avgerð lagt dent á, ’’at kærustovnurin metir ikki, at kærarin hevur individuellan og týðandi áhuga í málinum, og kærarin er tí ikki fevndur av skarðanum, ið hevur kærurætt eftir § 32, stk. 2, nr. 2, 1. pkt, í kappingarlógini.’’. 

Kærustovnurin ger samstundis vart við, at partshugtakið í kappingarmálum verður tulkað sera trongt. Kærustovnurin vísur til rættarvenjuna, har tað verður grundgivið við, at ’’uppgávurnar hjá kappingarmyndugleikanum ofta snúgva seg um trúnaðarlig viðurskifti, handilsviðurskifti o.líkn., og at fyritøkur skulu kunna senda trúnaðarlig skjøl, uttan at hesi verða deild út í marknaðinum ella í almenninginum’’. 

Sambært kærustovninum er tað ’’sum útgangsstøði einans beinleiðis móttakarin av avgerðini (adressaturin), ið verður fevndur av partshugtakinum. Í hendinga førum kunnu onnur enn móttakarin av avgerðini tó verða mett sum partur í málinum, um viðkomandi hevur ein týðandi individuellan áhuga í málinum.''

Sí úrskurðin her