04.02.2011

Fráboðað yvirtøka av Eik Banka Føroya P/f

Kappingareftirlitið hevur tann 20. januar 2011 móttikið eina fráboðan um yvirtøku av Eik Banka Føroyar P/f. Sambært fráboðanini skal TF Holding yvirtaka Eik Banka Føroya P/f frá Finansiel Stabilitet A/S.

Talan er um eina yvirtøku, sum er fevnd av fráboðanaskyldu sambært §14, stk. 1 í kappingarlógini, við tað at minst tvær av luttakandi fyritøkunum hava ein umsetning í Føroyum, ið er omanfyri 4 mió. kr., og við tað at samlaði samtaks umsetningurin er omanfyri 75. mió. kr, skal yvirtøkan leggjast fyri Kappingarráðið.

Eik Banki Føroyar hevur sum høvuðsvirksemi at veita fíggjartænastur til privat og vinnulívið. Eik Banki Føroya er størsti peningastovnurin í Føroyum.

TF samtakið hevur sum høvuðsvirksemi at veita tryggingartænastur til privat og vinnulívið. TF Holding eigur dótturfelagið Betri Pensjón sum seinastu árini hevur selt lívs- og pensjónstryggingar.

Bæði Eik Banki Føroya og TF Holding hava íløguvirksemi í Føroyum.

Kappingareftirlitið vil heita á fólk og fyritøkur, sum hava viðkomandi áhuga í hesum máli, um at koma við viðmerkingum til yvirtøkuna í seinasta lagi tann 11. februar 2011, kl. 12.

Viðmerkingarnar skulu sendast til:

Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn

ella til t-post: sigurdr@kapping.fo