06.11.2023

Fráboðan av yvirtøku - P/f 01.12.2015 yvirtekur Sp/f Torgið

Kappingareftirlitið hevur fingið frá boðan um, at P/f 01.12.2015, sum P/f Poul Hansen og Sp/f KSJ eiga saman, yvirtekur P/f Torgið, ið rekur handil við gerandisvørum í Vági.

P/f 01.12.2015 rekur frammanundan 6 handlar, sum selja gerandisvørur í Fuglafirði, Vestmanna, á Glyvrum, á Toftum og í Havn.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi  tann 13. november 2023.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo