Fráboðan um at Sp/f Ella ætlar at yvirtaka Sp/f Lyfta
Kappingareftirlitið hevur fingið eina einfalda fráboðan um, at Sp/f Ella, sum frammanundan eigur í Sp/f Lyfta, økir sín ognarlut og kemur eftir yvirtøkuna at eiga meirilutan av felagnum.
Sp/f Lyfta er ein føroyskur veitari innan útleigu av lyftum og arbeiðsmaskinum. Fyritøkan bjóðar eitt breitt úrval av maskinum og amboðum til privatkundar og vinnukundar. Harumframt hevur felagið egna flutningstænastu og útleigan av vøruvogni og viðfestisvognum
Sp/f Ella er holdingfelag í eigur meirilutan av partapeninginum í Sp/f Sendistovuni og eigur meirilutan í Sp/f Bilasøluni umvegis holdingfelagið Sp/f 15. september 2020.
Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 12. november 2025.
Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo