23.05.2008

Fráboðan um samanlegging

Kappingarráðið hevur í skrivi tann 19. mai 2008 fráboðað Dimmalætting, at Ráðið á fundi tann 15. mai 2008 metti, at fráboðan teirra um, at Dimmalætting yvirtekur Vinnuvitan og Vikublaðið er fullfíggjað, og at samanaleggingin nú verður viðgjørd við atliti at, um hon hevur við sær, at virkna kappingin á marknaðinum verður skerd.

Grundgevingin fyri viðgerðini er, at sambært innkomnu upplýsingum er samlaði umsetningurin hjá luttakandi fyritøkunum 75 mió. kr. ella meiri, og hava tvær av fyritøkunum ein ársumsetning, ið er 4 mió. kr ella meiri.

Kappingarráðið skal taka avgerð í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at fráboðanin er góðkend.

23. mai 2008