15.09.2015

Fráboðan um samanlegging

P/f Poul Hansen og Sp/f Haraldsen hava avgjørt saman at stovna nýtt felag, sum skal yvirtaka matvøruhandlar hjá báðum pørtum, sum hereftir vera riknir undir einum. Stjórar í nýggja felagnum vera: Høgni Hansen og Kristian Suni Haraldsen.

Talan er um Á-handlarnar v/Landavegin, v/Sundsvegin, Hjá Haraldsen í Fuglafirði, í Vestmanna, á Toftum, umframt á Glyvrum.

Luttakandi fyritøkurnar hava virksemi innan heil- og detailsølu av daglivørum.
 
Møguligar viðmerkingar um samanlegging skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 23. september 2015, kl. 12.

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði

Viðmerkingarnar skulu sendast til:

Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn

ella umvegis telduspost: kapping@kapping.fo