16.04.2024

Fráboðan um yvirtøkan - OK yvirtekur Coop Danmark

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at OK yvirtekur Coop Danmark.

Ok er eitt dansk lutafelag við yvir 11.700 lutaeigarum. Virkisøkið hjá OK er fyrst og fremst  rakstur av bensinstøðum og søla av brennievni í Danmark. Harafturat selur OK smyrjiolju, natúrgass og streym og veitur eisini uppseting av elløðistøðum og hitapumpum. Í Føroyum er OK heilsøluveitari av smyrjiolju.  

Coop Danmark er ein partur av Coop samtakinum. Coop Danmark er en
heilsøla av húsarhaldsvøru og rekur keturnar Kvickly, SuperBrugsen, Brugsen og Coop, og er móðurfelag fyri 365discount A/S. Coop Danmark eigur 598 handlar í Danmark. Coop Danmark selur vørur til FK í Føroyum. FK er ein sjálvstøðug føroysk keypssamtøka. 

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. apríl 2024.

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo