24.01.2019

Fráboðan um yvirtøku

Kappingareftirlitið hevur tann 24. januar 2019 fingið fráboðan um, at P/F SMS hevur í umbúna at keypa 50% av partapeninginum í P/F Dvøljan frá P/F Gist & Vist. P/F Dvøljan rekur matstovurnar Burger King, Sunset og Baresso.

P/F SMS og P/F Gist & Vist eiga frammanundan ætlaðu yvirtøkuni hvør síni 50% í P/F Dvøljan.

Talan er um yvirtøku eftir § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum um hendi í seinasta lagi 1. februar 2019, kl. 12.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis teldupost: kapping@kapping.fo