14.05.2020

Fráboðan um yvirtøku

Kappingareftirlitið hevur tann 12. mai 2020 fingið fráboðan um, at Bunker Holding A/S yvirtekur OceanConnect Marine. Bunkers Holding A/S hevur virksemi innan keyp, sølu og veiting av oljuúrdráttum  og váðastýring í hesum sambandi. Bunker Holding A/S hevur virksemi í Føroyum. OceanConnect Marine hevur virksemi innan handil og umboðssølu av tungolju v.m. og rekur keypsportalin, ActionConnect. OceanConnect Marine hevur onki virksemi í Føroyum. 

Talan er um yvirtøku eftir § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 2, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum um hendi í seinasta lagi 21. mai 2020, kl. 12.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis teldupost: kapping@kapping.fo