04.11.2020

Fráboðan um yvirtøku

Kappingareftirlitið hevur tann 3. november 2020 fingið fráboðan um, at SDK A/S yvirtekur Freja Transport & Logistics Holding A/S við tilhoyrandi dótturfeløgum. SDK A/S yvirtekur ræðið á Freja Transport & Logistics Holding A/S við dótturfelagi, sum SDK A/S eigur saman við nøkrum minnilutaeigarum.

Talan er um yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini. Tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 2, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Í fráboðan til Kappingareftirlitið verður virksemið hjá pørtum lýst á henda hátt:

“SDK A/S specializes in shipping, logistics, chartering and services to the cruise industry in Northern Europe including stevedoring, port agency, customs clearing, commercial chartering, freight forwarding services by road and sea and to a limited extent by air as well as logistics and associated activities. SDK A/S is part of the group A/S United Shipping & Trading Company, which is owned by Selfinvest ApS having activities within e.g. global risk management, terminal and stevedoring service, oil and chemical tankers, and IT.

Freja Transport & Logistics Holding A/S is a transport and logistics company active on the markets for domestic and cross-border freight forwarding, freight forwarding by land and to a limited extent on the markets for freight forwarding by air and sea.”

SDK A/S hevur einki virksemi í Føroyum. Móðurfelagið hjá SDK A/S, A/S United Shipping & Trading Company, hevur við øðrum dótturfeløgum virksemi í Føroyum innan innflutning av oljuúrdráttum. Freja Transport & Logistics Holding A/S við tilhoyrandi dótturfeløgum hevur avmarkað virksemi í Føroyum.

A/S United Shipping & Trading Company v/dótturfeløgum og Freja Transport & Logistics Holding A/S hava ikki virksemi í Føroyum, sum umskarðast.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 11. november, kl. 16.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis teldupost á: kapping@kapping.fo

Kappingareftirlitið