11.03.2021

Fráboðan um yvirtøku

Kappingareftirlitið hevur tann 11. mars 2021 fingið fráboðan um, at P/F M.T. Højgaard hevur ætlan um at yvirtaka meirilutan av partabrøvunum í  Sp/f RTS-Contractors.

P/F M.T. Højgaard rekur virksemi innanfyri byggismíð í Føroyum, og er partur av einum samtaki, ið rekur virksemi í fleiri londum. Sp/f RTS-Contractors rekur virksemi innanfyri jørð- og anlegsarbeiði bæði í Føroyum og uttanlands.

Talan er um yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini tí ræðisbroyting fer fram, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 18. mars 2021, kl. 15.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis teldupost á: kapping@kapping.fo

Kappingareftirlitið