01.11.2012

Fráboðan um yvirtøku

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at P/f Hjallur yvirtekur 51% av partapeninginum hjá P/f Faroe Farming.

Høvuðsvirksemi hjá P/f Hjallur er at eiga partabrøv og reka íløguvirksemi.

Høvðusvirksemi hjá P/f Faroe Farming er innan aling av laksi.
 

Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 8. novemberr 2012, kl. 12.

Viðmerkingarnar skulu sendast til:

Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn

ella umvegis telduspost: sigurdr@kapping.fo