01.07.2016

Fráboðan um yvirtøku

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at P/f Bakkafrost hevur keypt 51% av partapeninginum í P/f Faroe Farming frá Sp/f Hjallur.

Talan er um eina yvirtøku eftir §13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í §14, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

P/f Faroe Farming rekur alivirksemi í Suðuroy. 

Í hesum sambandi verður heitt á feløg og einstaklingar um at koma við viðmerkingum til hesa yvirtøku í seinasta lagi 8. juli 2016.  


Viðmerkingarnar skulu sendast til:

Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn

ella umvegis telduspost: kapping@kapping.fo