Fráboðan um yvirtøku - Borg samtakið hevur í umbúna at yvirtaka P/f Sandavágs Timburhandil
Kappingareftirlitið fekk tann 18. mai 2026 fráboðan um, at felag í Borg samtakinum, Sp/f Dirvi, hevði í umbúna at yvirtaka partapeningin í P/f Sandavágs Timburhandil.
Sp/f Kovin, sum eigur P/F Sandavágs Timburhandil, selur allan felagskapitalin í P/F Sandavágs Timburhandil, til Sp/f Dirvi.
P/F Sandavágs Timburhandil rekur timburhandil á Giljanesi. P/F Sandavágs Timburhandil selur byggitilfar til vinnu og privat og hevur eina lítla byggibúð til vinnurekandi. P/F Sandavágs Timburhandil selur eisini armering og vinnuhøllir.
Sp/f Kovin er holdingfelag og rekur sum so ikki sjálvstøðugt virksemi annað enn at eiga kapitalpartar í P/F Sandavágs Timburhandil.
Sp/f Dirvi er fastognarfelag og rekur ikki virksemi innan handil. Sp/f Dirvi er felag í samtaki við P/F Borg.
P/F Borg rekur timburhandil á Glyvrum, Tórshavn og Klaksvík. P/F Borg selur byggitilfar til vinnu- og privatkundar. P/F Borg selur eisini spreingievni.
P/F Borg hevur eisini vælútgjørdar byggibúðir til vinnu- og privatkundar á Glyvrum og í Tórshavn, har P/F Borg eisini selur køkar, máling, vørur til landbúnaðin, hobbyvørur og blómur.
Partarnir meta, at kappingin ímillum P/F Borg og P/F Sandsvágs Timburhandil hevur verið og er avmarkað. Sandsvágs Timburhandil hevur í høvuðsheitum haft eina styrki á einum landafrøðiliga avmarkaðum marknaði á Vágoynni og í Norðurstreymoy. Hetta eru marknaðir, har P/F Borg hevur staðið veikt. Mett verður tí ikki, at kappingarstøðan yvirorðnað broytist av eini samanlegging.
Í fráboðanini verður eisini víst á, at fleiri øki eru á samlaða marknaðinum har har bara annað felagið er luttakandi á marknaðinum.
Hetta eru dømi um slík øki:
- Borg selur spreingievni v.m. og Sandavágs Timburhandil er ikki á hesum marknaðinum
- Borg selur máling v.m. og Sandavágs Timburhandil er ikki á hesum marknaðinum
- Borg selur køkar v.m. og Sandavágs Timburhandil er ikki á hesum marknaðinum
- Borg selur tilfar, útgerð, fóður og líknandi til landbúnaðin og Sandavágs Timburhandil er ikki á hesum marknaðinum
- Borg hevur eina sera stóra og vælútbúna byggibúð til privat og vinnu, sum eisini selur ymiskar hobby vørur og blómur, ímeðan Sandavágs Timburhandil ikki hevur fokus á hetta, men einans hevur fokus á handverkaran.
- Sandavágs Timburhandil selur armeringar v.m. og Borg er ikki á hesum marknaðinum
- Sandavágs Timburhandil selur vinnubygningar og hevur aðrar veitingar í hesum sambandi, ímeðan Borg ikki er á hesum marknaðinum
Í fráboðanini verður víst á, at ein samanlegging millum P/F Borg og P/F Sandsvágs Timburhandil fer tí ikki at ávirka hesar marknaðirnar. Ístaðin verður mett, at útboðið og veitingarnar á hesum marknaður verður styrkt yvir eitt størri landsfrøðiligt øki.
Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 17. juni 2026.
Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo