Fráboðan um yvirtøku - Lemvigh-Müller A/S yvirtekur virksemi hjá Brødrene Kier A/S
Kappingareftirlitið hevur tann 6. januar 2026 móttikið eina einfaldað fráboðan um, at Lemvigh-Müller A/S yvirtekur virksemi frá Brøðurnir Kier A/S.
Partarnir eru av tí fatan, at transaktiónin er fevnd av ásetingunum um samanleggingareftirlitið í kappingarlógini, har ein yvirtøkan ikki kann fremjast uttan góðkenning frá Kappingareftirlitinum, sbrt. § 15, stk. 5, í kappingarlógini.
Talan er um eina yvirtøku eftir § 13, stk. 1, nr. 2, í kappingarlógini, tí talan er um at ''ein ella fleiri persónar, sum longu hava ræðið á minst einari fyritøku, ella tá ið ein ella fleiri fyritøkur við keypi av pørtum ella ognum gjøgnum avtalu ella á annan hátt fáa beinleiðis ella óbeinleiðis ræði á allari ella pørtum av einari ella fleiri fyritøkum afturat.''
Lemvigh-Müller A/s er eitt danskt partafelag, ið er serliga virkið innan handil við stál, metal og tekniskum vørum, og bjóðar eitt breitt úrval av VVS- og VA-vørum, stál, aluminium, amboð, arbeiðsklæðum og trygdarbúna til vinnuligar kundar. Lemvigh-Müller er fyrst og fremst virkið í Danmark, men hevur eisini ein handil á Føroyum.
Brøðurnir Kier er eisini eitt danskt partafelag, ið sum selur eitt breitt úrval av VVS- og VA-vørum, stál, amboð, arbeiðsklæðum og persónligum trygdarbúna. Brøðurnir Kier selur fyrst og fremst til vinnuligar kundar og hevur tvey høvuðs sølustøð í Danmark. Felagið er ikki virkið á Føroyum.
Tað er møguligt hjá øllum at koma við viðmerkingum til yvirtøkuna. Viðmerkingar kunnu latast Kappingareftirlitinum til og við týsdagin 23. januar 2026.
Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo