31.03.2022

Fráboðan um yvirtøku: (P/f Bygma Balslev og P/f Vágs Timburhandil)

Kappingareftirlitið hevur tann 31. mars 2022 fingið fráboðan um, at P/F Bygma Balslev hevur ætlanir um at yvirtaka P/f Vágs Timburhandil. Fyritøkurnar reka virksemi sum timburhandlar, umframt sølu av øðrum byggitilfari, køkum og amboðum.

Talan er um yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá luttakandi fyritøkum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi seinasta lagi hósdagin 7. apríl 2022, kl. 14.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórhavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo