Fráboðan um yvirtøku - P/f Framholding yvirtekur ognarlutin hjá Kaldbakur ehf í P/f Fjørður
Kappingareftirlitið fekk tann 25.11.2025 eina einfalda fráboðan um, at P/f Framholding yvirtekur ognarlutin hjá Kaldbakur EHF í P/f Fjørður. Við yvirtøkuni fær P/f Framholding ræðið á P/f Fjørður.
Fráboðað er eftir einfaldum leisti, sbrt. § 3, stk. 1, nr. 3, í reglugerð nr. 2 frá 3. januar 2025 um samanleggingar, tí fyritøkurnar ikki eru virknar á sama vøru- og landafrøðiliga marknað í Føroyum.
Partarnir eru av tí fatan, at transaktiónin er fevnd av ásetingunum um samanleggingareftirlitið í kappingarlógini, har ein yvirtøkan ikki kann fremjast uttan góðkenning frá Kappingareftirlitinum, sbrt. § 15, stk. 5, í kappingarlógini.
Talan er um eina yvirtøku eftir § 13, stk. 1, nr. 2, í kappingarlógini, tí talan er um at ''ein ella fleiri persónar, sum longu hava ræðið á minst einari fyritøku, ella tá ið ein ella fleiri fyritøkur við keypi av pørtum ella ognum gjøgnum avtalu ella á annan hátt fáa beinleiðis ella óbeinleiðis ræði á allari ella pørtum av einari ella fleiri fyritøkum afturat.''
P/f Framholding er eitt holding felag, sum fæst við íløgum í øðrum feløgum. P/f Framholding eigur Sp/f Framjerha, sum er virki innan fiskivinnu, og ekur trolara, nótaskip og línubátar. Eisini eigur felagið helvtina av flakavirkinum P/f Faroe Origin. Harumframt er felagið virkin sum minnilutaeigari í øðrum feløgunum, m.a. P/f Krafta, Clobe Tacker, P/f Pelagos og P/f Grant.
Kaldbakur ehf er eitt íslendskt íløgufelag, sum fast við íløgum í skrásettum og óskrásettum feløgum, serliga í Íslandi og Noregi. Eftir yvirtøkuni hevur Kaldbakur ehf einki virksemi í Føroyum.
Tað er møguligt hjá øllum at koma við viðmerkingum til yvirtøkuna. Viðmerkingar kunnu latast Kappingareftirlitinum til og við týsdagin 15. desember 2025.
Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo