14.05.2025

Fráboðan um yvirtøku – P/f Hvalnes keypir uppsjóvarskipið M/S Jupiter, við tilhoyrandi loyvum, frá P/f Jupiter.

Kappingareftirlitið hevur fingið eina einfalda fráboðan um, at P/f Hvalnes keypir uppsjóvarskipið M/S Jupiter, við tilhoyrandi loyvum, frá P/f Jupiter.

 

Partarnir eru av tí fatan, at transaktiónin er fevnd av ásetingunum um samanleggingareftirlitið í kappingarlógina, har ein yvirtøkan ikki kann fremjast uttan góðkenning frá Kappingareftirlitinum, sbrt. § 15, stk. 5, í kappingarlógini. 

 

P/f Hvalnes eigur og rekur uppsjóvarskipið M/S Norðborg, ið fiskar makrel, sild og svartkjaft. Norðborg hevur sjálvirkandi verksmiðju, sum kann virka og frysta upp til 200 tons um samdøgrið. Eisini verður framleitt mjøl og fiskaolju úr øllum avskurði. M/S Norðborg er partur av Christian í Grótinum samtakinum, sum eisini eigur og rekur uppsjóvarskipið M/S Christian í Grótinum. Meira kann lesast um P/f Hvalnes og samtakið Christian í Grótinum á: https://www.cig.fo

 

P/f Jupiter er fyrrverandi P/f Northwest Pelagic, sum átti uppsjóvarskipið Atlantsfarið. Felagið keypti í 2023 uppsjóvarskipið Jupiter, sum avloysti Gamla Jupiter. Jupiter fiskar makrel, sild og svartkjaft.

 

Tað er møguligt hjá øllum at koma við viðmerkingum til yvirtøkuna. Viðmerkingar kunnu latast Kappingareftirlitinum til og við týsdagin 21. mai 2025.

 

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

 

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo