13.05.2025

Fráboðan um yvirtøku – P/f KJ Hydraulik yvirtekur Pomek Sp/f.

Kappingareftirlitið hevur fingið eina fráboðan um, at P/f KJ Hydraulik yvirtekur Pomek Sp/f.  

 

Partarnir eru av tí fatan, at transaktiónin er fevnd av ásetingunum um samanleggingareftirlitið í kappingarlógina, har ein yvirtøkan ikki kann fremjast uttan góðkenning frá Kappingareftirlitinum, sbrt. § 15, stk. 5, í kappingarlógini. 

 

KJ er ein fyritøka við serkunnleika innan hydraulikk og maskintøkni. Fyritøkan veitir og serviserar útgerð til fiskiídnaðin, alivinnu á sjógvi og landi, umframt flutningsvinnuna og byggivinnuna. Sum ein av størru fyritøkunum á maskintekniska økinum í Føroyum, veitir KJ eisini útgerð og tænastu til útlendsku marknaðir, eitt nú til Íslands, Skotlands, Hetlands, Grønlands, Danmarkar og Noregs. Høvuðssætið hjá KJ er á Kambsdali. Aðrar deildir eru í Havn, við Ljósá og í Fuglafirði, umframt dóttirfelagið KJ Supply í Danmark. Meira kann lesast um KJ Hydraulik á: https://www.kj.fo

 

Pomek er ein framkomin maskinverkstaður, ið framleiðir og umvælir innan mekanik, hydraulik og pneumatik. Harumframt teknar, framleiður og uppsetur Pomek konstruktiónir úr svørtum stáli, rustføstum stáli og úr aluminium. Pomek ger umvælingar á landi, umborð á skipum og bátum kring landið. Verkstaðið hjá POMEK er væl útgjørt við maskinum og stórum travers-kranum og er tí egnað til alskyns umvælingar. Meira kann lesast um Pomek á: https://www.pomek.fo

 

Tað er møguligt hjá øllum at koma við viðmerkingum til yvirtøkuna. Viðmerkingar kunnu latast Kappingareftirlitinum til og við týsdagin 20. mai 2025.

 

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

 

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo