11.10.2023

Fráboðan um yvirtøku – P/f Pelagos keypir partapeningin í P/f P.P. Faroe Pelagic

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan tann 9. oktober frá umboðum fyri P/f Pelagos, at felagið ætlar at yvirtaka allan partapeningin í P/f P.P. Faroe Pelagic.

PP Faroe Pelagic kom inn í føroysku uppsjóvarvinnuna á landi tá fyritøkan, í 2009, keypti uppsjóvarvirkið í Kollafirði, sum mest var kent undir navninum Kollafjord Pelagic, eitt virki ið hevði trupulleikar. Við drúgvum royndum í at byggja og reka líknandi uppsjóvarvirkir í øðrum londum, eydnaðist PP Faroe Pelagic at gera nyttu av sínari marknaðar-leiðandi serfrøði. Fyritøkan prógvaði at tað er fult gjørligt í Føroyum, bæði tøkniliga og búskaparliga, at reka vinnuliga virking av uppsjóvarfiski til matnað á landi, og var harvið við til at slóða fyri at hini bæði líknandi virkini sum seinni vórðu bygd eisini komu.

Uppsjóvarvirkið Pelagos fór undir sítt virksemi í 2014. Eigararnir har eru Havsbrún, Framherji, Palli hjá Mariannu, og á Enni.

PP Faroe Pelagic er óbeinleiðis dóttirfelag hjá Parlevliet & van der Plas, Niðurlond.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi týsdagin tann 26. oktober 2023.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo