13.11.2025

Fráboðan um yvirtøku - P/f Varðin yvirtekur ognir hjá P/f Vørustíggja

P/f Vørustíggjur, sum eigur trolaran "Eysturbúgvan", hevur gjørt av, at gevast við sínum virksemi. P/f Varðin hevur í hesum sambandi í umbúna at yvirtaka ávísar ognir hjá P/f Vørustíggja. Talan er um trolaran "Eysturbúgvan", fiskidagar til botnfiskiveiðu, og eina gullaksakvotu. 

Yvirtøkan fer fram umvegis dótturfeløgini P/f Gulenni og P/f Skipafelagið 1. P/f Gulenni yvirtekur gullaksakvotuna. P/f Skipafelagið 1 yvirtekur “Eysturbúgvan” við tilhoyrandi fiskidøgum.

P/f Varðin hevur sítt høvuðsvirksemi innan føroysku fiskivinnuna, har felagið hevur virksemi bæði innan fiskiskap, framleiðslu og sølu.  

P/f Gulenni rekur uppsjóvarfiskiskap og eigur uppsjóvarskipið "Tummas T".

P/f Skipafelagið rekur botnfiskiskap og eigur trolararnar "Heyk" og "Stelk".

Tað er møguligt hjá øllum at koma við viðmerkingum til yvirtøkuna. Viðmerkingar kunnu latast Kappingareftirlitinum til og við týsdagin 19. november 2025.

 

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

 

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo