25.03.2026

Fráboðan um yvirtøku - P/f Varðin yvirtekur P/f Grant

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um at P/f Varðin yvirtekur P/f Grant, skrásetingar nr. 883. Yvirtøkan fer fram við at verandi partapeningur í P/f Grant verður niðurskrivaður og nýggjur partapeningur verður síðani skotin inn og teknaður av P/f Varðanum. 

P/f Varðin hevur virksemi innan fiskivinnu, herundir rakstur av nótabátum og trolarum, framleiðslu av fiski og annað virksemi í hesum sambandi.

P/f Grant hevur virksemi innan framleiðslu og sølu av vindeygum og hurðum, umframt tengdar handverkstænastur.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 1. apríl 2025.

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

 

Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo