12.10.2023

Fráboðan um yvirtøku - P/f Waag hevur ætlanir um at yvirtaka P/f Auto Service

P/f Waag hevur ætlanir um at yvirtaka øll partabrøv í P/f Auto Service frá P/f RS47, ið eigur P/f Auto Service og P/f Reyni Service. Feløgini virka bæði á føroyska marknaðinum, har høvuðsvirksemi hjá báðum feløgum er bilasøla og at reka bilverkstað.

Talan er um yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini. Umsetningurin í luttakandi fyritøkum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi týsdagin tann 27. oktober 2023.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo