01.07.2022

Fráboðan um yvirtøku - P/F Wenzel yvirtekur Sp/F Bilrøkt

Kappingareftirlitið hevur tann 1. juli 2022 fingið fráboðan um, at P/F Wenzel hevur ætlanir um at yvirtaka Sp/F Bilrøkt. Fyritøkurnar reka virksemi sum bilasølur, herundir bæði sølu av nýggjum og brúktum bilum, verkstað, klár- og reingerð av bilum, eykalutagoymslu og útleigan av bilum.

Talan er um yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá luttakandi fyritøkum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. juli 2022.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo

Kappingareftirlitið