Fráboðan um yvirtøku - PHOENIX Group hevur umvegis dótturfelagið Deutschland Holding GmbH æltan um at keypa HAEMATO PHARM HmbH og dótturfelagið Dr. HOLZ PHARMASERVICE GmbH frá fyritøkuni HAEMATO AG
Kappingareftirlitið fekk, tann 22. oktober 2025, eina einfalda fráboðan um, at PHOENIX Group umvegis dótturfelagið Deutschland Holding GmbH hevur ætlan um at keypa felagið HAEMATO PHARM GmbH og dótturfelagið Dr. HOLZ PHARMASERVICE GmbH frá fyritøkuni HAEMATO AG.
Fráboðað er eftir einfaldum leisti, sbrt. § 3, stk. 1, nr. 3, í reglugerð nr. 2 frá 3. januar 2025 um samanleggingar, tí fyritøkurnar ikki eru virknar á sama vøru- og landafrøðiliga marknað í Føroyum.
Partarnir eru av tí fatan, at transaktiónin er fevnd av ásetingunum um samanleggingareftirlitið í kappingarlógina, har ein yvirtøkan ikki kann fremjast uttan góðkenning frá Kappingareftirlitinum, sbrt. § 15, stk. 5, í kappingarlógini.
Talan er um eina yvirtøku eftir § 13, stk. 1, nr. 2, í kappingarlógini, tí talan er um at ''ein ella fleiri persónar, sum longu hava ræðið á minst einari fyritøku, ella tá ið ein ella fleiri fyritøkur við keypi av pørtum ella ognum gjøgnum avtalu ella á annan hátt fáa beinleiðis ella óbeinleiðis ræði á allari ella pørtum av einari ella fleiri fyritøkum afturat.''
PHOENIX Group er ein tænastuveitari innan heilsutænastur í Týsklandi og onnur lond í evropa. Kjarnuveitingin er søla av heilivági sum heilsøla og sum veitari til apotek. PHOENIX Group er virkin á føroyska marknaðinum umvegis dótturfelagið Nomeco A/S. Nomeco A/S er heilsøluveitari til Apoteksverkið innan sølu av heilivági.
HAEMATO PHARM GmbH og dótturfeløgini eru heilsøluveitarar av serligum heilivági. Sølan fevnir um heilivág til viðgerð av HIV/AIDS, neurologi, onkologi, reumatologi og oftalmologi til aðrar heilsølur og apotek í Týsklandi og Eysturríki. Feløgini við knýti til HAEMATO PHARM GmbH hava einki virksemi í Føroyum.
Tað er møguligt hjá øllum at koma við viðmerkingum til yvirtøkuna. Viðmerkingar kunnu latast Kappingareftirlitinum til og við týsdagin 31. oktober 2025.
Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo