04.03.2024

Fráboðan um yvirtøku - Semler Gruppen A/S yvirtekur H.P. Entreprenørmaskiner A/S

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at Semler Gruppen A/S yvirtekur H.P. Entreprenørmaskiner A/S.
Semler Gruppen umfatar m.a. fyritøkuna SMC, sum innflytur bilar og eykalutir frá Volkswagen, Audi, Škoda og SEAT. Fyritøkan hevur samstarvsfelaga í Føroyum. Somuleiðis Semler IT, sum selur kt-loysnir, og Semler Agro, sum selur landbúnaðarmaskinur og eykalutir til landbúnaðarmaskinur. 

Entreprenørmaskiner A/S selur Hitachi, Sandvik og Bell maskinur.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 12. mars 2024.

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo