29.10.2025

Fráboðan um yvirtøku - Sp/f 01.09.2019 yvirtekur 70% av partapeninginum í Sp/f KBI

Kappingareftirlitið fekk tann 22.10.2025 eina einfalda fráboðan um, at Sp/f 01.09.2019 yvirtekur 70% av partapeninginum í Sp/f KBI.

 

Fráboðað er eftir einfaldum leisti, sbrt. § 3, stk. 1, nr. 5, í reglugerð nr. 2 frá 3. januar 2025 um samanleggingar, tí luttakandi fyritøkur tilsamans hava í mesta lagi 15% av marknaðinum, á tí vørumarknað har fyritøkurnar eru virknar.

 

Partarnir eru av tí fatan, at transaktiónin er fevnd av ásetingunum um samanleggingareftirlitið í kappingarlógini, har ein yvirtøkan ikki kann fremjast uttan góðkenning frá Kappingareftirlitinum, sbrt. § 15, stk. 5, í kappingarlógini.

 

Talan er um eina yvirtøku eftir § 13, stk. 1, nr. 2, í kappingarlógini, tí talan er um at ’’ein ella fleiri persónar, sum longu hava ræðið á minst einari fyritøku, ella tá ið ein ella fleiri fyritøkur við keypi av pørtum ella ognum gjøgnum avtalu ella á annan hátt fáa beinleiðis ella óbeinleiðis ræði á allari ella pørtum av einari ella fleiri fyritøkum afturat.’’

 

Sp/f 01.09.2019 er eitt felag stovnað við tí endamáli, at eiga 70% av partapeninginum í Sp/f KBI. Felagið er átt av Sp/f B&E Invest, Sp/f Finna og Sp/f REX 20, sum saman eiga allan partapeningin í P/f J.F. Kjølbro Heilsøla og Sp/f Kjølur. Høvuðsvirksemi hjá P/f J. F. Kjølbro Heilsøla er heilsøla av matvørum. Harumframt hevur P/f J. F. Kjølbro Heilsøla eitt úrval av pappíri, sápum og reingerðarevnir. Sp/f Kjølur er ein veitari til vinnuna við breiðum vøruúrvali. Høvuðsvirksemi er veiting av oljum, arbeiðsklæðir, trukkar, kranar, knívar, línur og sápur.

 

Sp/f KBI er ein veitari innan amboð, oljur, kemikaliur og ídnaðartilhoyr. Sp/f KBI eigur harumframt allan partapeningin í Sp/f Pólar og Sp/f Solberg. Sp/f Pólar er ein veitari av battaríum og akkumulatorar. Sp/f Solberg er ein heilsøla sum umboðar, innflytur og selur nonfood vørur til matvøruhandlar. Nonfood vørur sum Sp/f Solberg selur eru t.d. ljósperur, amboð, el-lutir, skrivstovulutir, kaffi og annað sum er at meta sum nonfood. 

 

Tað er møguligt hjá øllum at koma við viðmerkingum til yvirtøkuna. Viðmerkingar kunnu latast Kappingareftirlitinum til og við týsdagin 5. november 2025.

 

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

 

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo