Fráboðan um yvirtøku - Sp/f 20.10.2025 yvirtekur partapening hjá P/f Vørustíggja í Sp/f 31.01.2011
Sp/f 20.10.2025 hevur yvirtikið 20% av partapeninginum í Sp/f 31.01.2011, sum rekur línuskipið Sandshavið. Sp/f 20.10.2025 er felag, ið føroysku eigararnir í Sp/f Ango hava stovnað til endamálið. Felagið varð stovnað, tí Vørn ikki góðtók, at Sp/f Ango yvirtók partapeningin í Sp/f 31.01.2011, orsakað av útlendskum eigarum í Sp/f Ango.
Yvirtøkan er fráboðað til Kappingareftirlitið, tí talan er um broyting í eigaraskaranum í einum felagi við felagsræði.
Øll hava møguleika at lata inn viðmerkingar til yvirtøkuna. Viðmerkingar skulu sendast Kappingareftirlitinum í seinasta lagi týsdagin 15. desember 2025.
Alt samskifti við Kappingareftirlitið verður viðgjørt í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo