28.11.2025
Fráboðan um yvirtøku - Sp/f Ango yvirtekur ognir hjá P/f Vørustíggja
P/f Vørustíggjur, sum eigur trolaran "Eysturbúgvan", hevur gjørt av, at gevast við sínum virksemi. Sp/f Ango hevur í hesum sambandi í umbúna at yvirtaka ávísar ognir hjá P/f Vørustíggja. Ætlanin er at yvirtaka veiðurættindi at fiska 812 tons av makrel og at fiska 339 tons av sild.
Sp/f Ango rekur uppsjóvarfiskiskap og eigur uppsjóvarskipið Ango.
Tað er møguligt hjá øllum at koma við viðmerkingum til yvirtøkuna. Viðmerkingar kunnu latast Kappingareftirlitinum til og við týsdagin 5. desember 2025.
Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo