20.10.2025

Fráboðan um yvirtøku - Sp/f Elding yvirtekur Sp/f Artic Import

Kappingareftirlitið hevur í dag móttikið eina einfalda fráboðan um, at Sp/f Elding og Artic Import A/s hava gjørt avtalu um, at Sp/f Elding yvirtekur dótturfelagið Sp/f Artic Import.

Sp/f Artic Import rekur virksemi innan non-food økið, har fyritøkan burturav selur til vinnukundar. Størstu virkisøkini hjá Sp/f Artic Import eru søla av innbúgv, reingerðarvørum og gerandisvørum.

Sp/f Elding rekur eisini virksemið innan non-food økið, har fyritøkan selur til privatar kundar og vinnulívskundar. Sp/f Elding hevur deildina Elding Business sum burturav tekur sær av sølu til vinnulívskundar. Størstu virkisøkini hjá Elding Business eru søla av køksútgerð, reingerðarvørum og gerandisvørum.

Yvirskipað er talan um eina yvirtøku sum økir um virkisøkini hjá Sp/f Elding innan sølu til vinnulívskundar, men virksemið hjá Sp/f Artic Import og Elding Business umskarast tó innan sølu av køksútgerð, reingerðarvørum, gerandisvørum, kontórvørum, arbeiðsklæðum, el-vørum og kaffi. 

Tað er møguligt hjá øllum at koma við viðmerkingum til yvirtøkuna. Viðmerkingar kunnu latast Kappingareftirlitinum til og við týsdagin 28. oktober 2025.

 

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

 

Viðmerkingar kunnu sendast til:

 

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo