02.09.2026

Fráboðan um yvirtøku – Sp/F Ella hevur í umbúna at yvirtaka ognarpartin hjá Sp/F AHE í Sp/F 15. september 2020

Kappingareftirlitið hevur móttikið fráboðan um, at Sp/F Ella, sum frammanundan eigur 47,5% av Sp/F 15. september 2020, sum eigur Sp/F Bilasøluna, hevur í umbúna at yvirtaka partapeningin hjá Sp/F AHE í Sp/F 15. september 2020 áljóðandi 47,5%. Sostatt verður Sp/F Ella høvuðspartaeigari í Sp/F 15. september 2020 við einum ognarparti á 95%.

 

Sambært fráboðanini er Sp/F Ella eitt holdingfelag ið, umframt omanfyri nevnda ognarpartin, eigur 56% í Sp/F Sendistovan, 57,5% í Sp/F Lyfta, 66,6% í Sp/F Askur Group og 11,25% í Sp/F Jarðhita.

 

Talan er um eina yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini, er talan um eina yvirtøku sum kemur undir fráboðanarskylduna í § 16, stk. 1 í kappingarlógini.

 

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 16. september, kl. 12.

 

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis teldupost á kapping@kapping.fo