16.03.2026

Fráboðan um yvirtøku - Sp/f Ella yvirtekur Sp/f Askur Group

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at Sp/f Ella økir sín ognarlut í Sp/f Askur Group, skrás. nr. 4405, og fer við hesum at eiga meirilutan av felagnum.

Sp/f Askur Group eigur ein vinnubygning á Sandvíkarhjalla, sum verður leigaður út til Sp/f Lyfta.

Kappingareftirlitið góðkendi tann 13. november 2025, at Sp/f Ella yvirtók Sp/f Lyfta.

Sp/f Ella er holdingfelag sum eisini eigur meirilutan av partapeninginum í Sp/f Sendistovuni og eigur meirilutan í Sp/f Bilasøluni umvegis holdingfelagið Sp/f 15. september 2020.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 23. mars 2025.

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

 

Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo