Fráboðan um yvirtøku - Sp/f Gráastein, Sp/f Ango og Sp/f 07.05.2026 leggja saman
Kappingareftirlitið hevur móttikið fráboðan um at trý feløg, Sp/f Gráastein, Sp/f Ango og Sp/f 07.05.2026 undir stovnan v/ Sp/f Undir Mølini, hava avgjørt at leggja feløgini saman og framyvir at reka uppisjóvarvirksemi hjá feløgunum saman.
Sp/f 07.05.2026 er eitt felag sum er stovnað í sambandi við kloyving av P/f Kinnfelli.
Feløgini hava hvør í sínum lagi uppisjóvarfiskirættindi, men meta at tað er meira lønsamt at leggja hesi rættindi saman og reka tey undir einum.
Eftir samanleggingina fer felagið at eiga og reka skipið Birita.
Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 22. juli 2026.
Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo