10.04.2026

Fráboðan um yvirtøku - Sp/f HPA yvirtekur P/f Dekksentrið

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at Sp/f HPA yvirtekur P/f Dekksentrið.

Yvirtøkan fer fram við, at verandi partaeigarar taka út vinningsbýti og partapeningurin í P/f Dekksentrinum verður lækkaður til null og, og nýggjur partapeningur verður síðani skotin inn og teknaður av Sp/f HPA.

Sp/f HPA hevur virksemi innan fiskivinnu. Í fráboðanini verður eisini greitt frá, at felagið virkar sum holdingfelag og eigur í feløgunum:

  • Sp/f HKO: rekur línubátin VN 700 Vesturhavið.
  • Sp/f H-Trade: fæst við fiskasølu og selur fyrst og fremst fiskin hjá Vesturhavinum.
  • Sp/f Vest Invest: hevur virksemi innan byggivinnuna og eigur 50% av Sp/f DHS.
  • Sp/f DHS: arbeiðir innan undirhaldsvinnu og rekur diskotekið Luux; felagið eigur harumframt 40% av Nudlavirkinum.

P/f Dekksentrið hevur virksemi innan sølu av dekkum og hevur eisini nakað av mekaniskum umvælingum.

P/f Dekksentrið hevur fram til transaktiónina verið ogn hjá Sp/f 1. september 1998 og Sp/f Kvilt.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 17. apríl 2025.

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

 

Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo