15.07.2022

Fráboðan um yvirtøku - Sp/f Rumbul yvirtekur Sp/f Sheep

Kappingareftirlitið hevur tann 13. juli 2022 fingið fráboðan um, at Sp/f Rumbul yvirtekur Sp/f Sheep. Báðar fyritøkur eru virknar innanfyri smásølu av dagligvørum við skiftandi vøruúrval. Sp/f Rumbul rekur ein handil í Tórshavn, meðan Sp/f Sheep rekur ein handil í Tórshavn og ein í Klaksvík.

Talan er um yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá luttakandi fyritøkum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. juli 2022.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo