Fráboðan um yvirtøku - Sp/f SR Invest hevur í umbúna at yvirtaka Sp/f Eysturlon
Kappingareftirlitið hevur móttikið fráboðan um, at Sp/f SR Invest, sum er eitt nýstovnað felag hjá Fróða Sigvardsen og Árna T. Rasmussen, hevur í umbúna at yvirtaka allan partapeningin í byggifyritøkuni Sp/f Eysturlon frá Sp/f Bjálvarók.
Sp/f Eysturlon varð stovnað í 1983 og hevur síðani virkað sum byggifyritøka í Føroyum. Felagið er í fráboðanini lýst sum ein miðalstór byggifyritøka við umleið 30 starvsfólkum og virksemi innan bygging og umvæling av bygningum fyri almennar, kommunalar, vinnuligar og privatar kundar.
Sambært fráboðanini eigur Sp/f Bjálvarók allan partapeningin í Sp/f Eysturlon. Eftir yvirtøkuna kemur nýstovnaða Sp/f SR Invest at eiga allan partapeningin í Sp/f Eysturlon.
Talan er um eina yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini, er talan um eina yvirtøku sum kemur undir fráboðanarskylduna í §16, stk. 1 í kappingarlógini.
Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 11. september, kl. 12.
Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo