28.12.2023

Fráboðan um yvirtøku - Unit IT Holding A/S av ApS KBUS 18 nr. 623 ApS.

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um yvirtøkuna hjá Unit IT Holding A/S av ApS KBUS 18 nr. 623 ApS.

Unit IT er ein danskur kt veitari. Felagið er dótturfelag hjá A/S United Shipping & Trading Company, sum hevur fleiri feløg innan farmavinnuøkið.

ApS KBUS 18 nr. 623 ApS er en danskur veitari av KT tænastum. Áðrenn yvirtøkuna var fyritøkan ein partur av GlobalConnect A/S.

Talan er um fyritøkur, sum onga sølu hava til Føroyar, men við tað at A/S United Shipping & Trading Company hevur ein árligan umsetning í Føroyum, sum er hægri enn 75 mió. kr. og hevur ein umsetning á heimsstigi, sum er hægri enn 75 mió. kr., skal sølan fráboðast til føroysku kappingarmyndugleikarnar.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 15. januar 2024.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo