03.12.2015

Haraldsen og PH leggja smásølu saman

Kappingarráðið hevur góðkent samanleggingina av smásøluni hjá P/f Poul Hansen og Sp/f KSJ. Handlarnir sum P/f Poul Hansen og Sp/f KSJ fara at eiga í felag eru: Á við Landavegin, Á við Sundsvegin, Á í Fuglafirði, Á í Vestmanna, Á á Glyvrum og Samkeyp á Toftum.

Endamálið við samanleggingini er at fáa effektivari rakstur og at fáa stórrakstur í smásøluna.

Góðkenningin er treytað av at eitt fyrivarni í móti kapping, sum partarnir høvdu avtalað, verður broytt í tráð við ta siðvenju, sum Kappingarráðið hevur lagt.

Les meira her

Kappingareftirlitið