Alment Útboð
25.06.2025

Íblástur til kjak um útbjóðing av vørum og tænastum

Kappingareftirlitið hevur seinastu árini fylgt við almennum útboðum, har vit seinast hava lagt til merkis, at Tórshavnar kommuna hevur bjóða út ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu. Í hesum sambandi vil Kappingareftirlitið koma við yvirskipaðum viðmerkingum til hvussu útboð verða snikkað saman. 

Kappingareftirlitið fegnast um, at myndugleikar, stovnar og kommunur bjóða alsamt meir út enn áður. Tað er ein sannroynd, at myndugleikar fáa meira burturúr hvørjari skattakrónu, tá uppgávur verða bjóðaðar alment út.

Tað eru fyrimunir og vansar við at bjóða út. Tað er altíð ein ítøkilig meting um tað loysir seg at bjóða uppgávuna út ella um uppgávan skal gerast innanhýsis.

Hvussu uppgávan verður bjóðað út hevur stóran týdning fyri teir veitarar, sum ynskja at bjóða uppá uppgávuna. Serliga skal atlit takast til at útbjóðingartilfarið er greitt og neyvt, soleiðis at tað ikki gevur høvi til misskiljingar. Eisini skal havast í huga at innkomnu tilboðini skulu kunna samanberast á ein javnbjóðis hátt.

Í okkara grannalondum verður oftast bjóða út eftir einum av trimum leistum. Hesir eru 1) lægsta prís 2) kostnað ella 3) lutfallinum millum prís og dygd. Tað kann tí bjóðast út eftir leistinum har veitarin við lægsta prísinum vinnur, har veitarin við lægsta samlaða kostnað vinnur ella tann veitarin við besta lutfalli millum prís og dygd vinnur.

Tá myndugleikin hevur valt útbjóðingarleist, er neyðugt at taka støðu til sáttmálatíðarskeiðið. Er talan um eina einstaka uppgávu ella er talan um eina afturvendandi uppgávu?

Er talan um eina einstaka uppgávu, hevur sáttmála tíðarskeiðið minni at siga, tí uppgávan skal í útgangsstøðinum bert loysast. Um tað er ein afturvendandi uppgáva, sum skal loysast yvir eitt ásett áramál, er neyðugt at hyggja eftir tíðarskeiðinum.

Fyri uppgávur sum eru afturvendandi, er neyðugt at gera eina meting av kappingarligu ávirkanini og um tað er í tráð við lutfalsmeginregluna. Um metingin vísur eina týðiliga ávirkan á virknu kappingina ella at tíðarskeiðið ikki er í tráð við lutfalsmeginregluna, kann hetta vera ein ábending um, at útboðið er við til at skapa ella styrkja eina ráðandi marknaðarstøðu. Verður ein ráðandi marknaðarstøða skapt ella styrkt umvegis útboð, er vandi fyri at veitarin vinnur sær eina marknaðarstøðu sum monopolist. Hetta hevur oftast við sær, at prísir fyri vørur og tænastur dýrka.

Kappingareftirlitið vónar at almennu myndugleikarnir hava útbjóðingarleistin í huga, herundir áramálið fyri sáttmálatíðarskeiðið, tá hetta kann hava stóra ávirkan á kappingina á marknaðinum. Serliga er vandi fyri at ein ráðandi støða verður skapt, sum setur virknu kappingina til viks. Hetta máar undan endamálinum at bjóða út, sum er at fáa sum mest burturúr hvørjari skattakrónu sum gjørligt.