
ICN25 ráðstevna í Edinburgh
7.-9. Mai 2025 var 24. ICN (International Competition Network) ráðstevnan hildin í Edinburgh. Verturin fyri ráðstevnuna hesuferð var bretski kappingarmyndugleikin, Competition and Markets Authority (CMA), og umboð frá føroyska kappingareftirlitinum luttóku.
ICN er eitt altjóða samstarv við 143 limum, har flestu limirnir eru kappingarmyndugleikarnir í ymsum londum, ímeðan nakrir limir eisini eru smærri altjóða samstørv. Árliga ráðstevnan er ein pallur, har ymsu kappingarmyndugleikarnir kunnu deila sína vitan og royndir, tá tað kemur til tey ymsu atlit, tey taka at tryggja umstøðurnar fyri virknari kapping í sínum øki. ICN hevur eisini arbeiðisbólkar, sum leggja skránna fyri ráðstevnuna fram og gera vegleiðingar til nýtslu hjá limalondunum í dagliga yrkinum. Hesir arbeiðisbólkarnir, sum hava staði fyri at skipa pallborðsfundirnir, eru ein kunningarbólkur (advocacy), samanleggingarbólkur (merger), virknisdygdarbólkur (agency effectiveness), kartellbólkur og einvegis atburður bólkur (unilateral conduct).
Á ársins ráðstevnu var eitt gjøgnumgangandi evni talgildir marknaðir, og hvussu ein skjótt broytandi heimur ávirkar virksemi innan tryggjan av virknari kapping. Ongantíð áður hava talgildir marknaðir fylt so nógv og krevur hetta at tey tól, kappingarmyndugleikar nýta, verða nútíðmansgjørd, so tey passa til nýggja heimin.
Ov høgir prísir á matvørum var eisini eitt afturvendandi evni á fundunum, og yvirhøvur høvdu flestu kappingarmyndugleikarnir hendan trupulleikan í sínum løgdømi. Semja var um, at ICN skuldi gera leiðbeining og amboðskassa til hvussu júst hendan avbjóðingin skal loysast.
Við níggju størri pallborðsfundum, umframt fýra útbrots fundum, har møguleiki var at velja ímillum upp til seks fundir, og trimum høvuðsrøðum, var ríkt við evnum og kjakum at fara til, har høvið eisini var til at práta í steðgunum. Kappingareftirlitið vil serliga draga fram teir fundir, sum vóru ætlaðir smáum og oyggja búskapum, har tað vísti seg at hesir búskapir hava nógvar avbjóðingar til felags. Tí verður í næstum lagt upp til eitt skipað samstarv ímillum hesir búskapir, sum Kappingareftirlitið sær fram til.
Formansskapurin í ICN bleiv eisini skiftur, har Andreas Mundt úr týska Bundeskartellamt legði frá sær eftir 12 ár í formanssessinum, og Andrea Marván Saltiel frá meksikanska kappingarmyndugleikanum COFECE tók við sessinum.
Størru pallborðsfundirnir og høvuðsrøðurnar eru at síggja á YouTube-síðuni hjá CMA á fylgjandi leinkju:
https://www.youtube.com/playlist?list=PLJREEEp2I-xfGbrWOOMIVm8uGJ8i4Znq2